Bygging

Bygging og umbygging

Skalt tú byggja ella umbyggja sethús, er neyðugt at hava tryggingarviðurskiftini í lagi.

Arbeiðstøkutryggingin fevnir um eitt avmarkað tíðarskeið – frá tí arbeiðið byrjar og til tað er liðugt. Hetta tíðarskeiðið fevnir hon um útreiðslur í sambandi við óvæntaðar og brádligar skaðar, umframt alt tilfarið, sum liggur á byggiplássinum, meðan tryggingin er galdandi.

Harumframt er eisini ein ábyrgdartrygging. Hon fevnir um skaðar, ið tú, sum byggiharri, møguliga kann ábyrgjast fyri í byggitíðarskeiðnum.

Eisini ber til at tekna eina víðkaða arbeiðstøkutrygging, so skaðar, ið standast av spreinging eisini eru umfataðir.

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

 

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost