Vørubilar

Akfør undir 3500kg

Við biltryggingini til vinnubilar frá Betri Trygging kanst tú velja ta tryggingina, sum hóskar best til tín tørv. 

Lógin sigur, at bilurin í minsta lagi skal ábyrgdartryggjast. Tað merkir, at tryggingin tekur við, um tú gert skaða á onnur akfør, ognir hjá øðrum ella á fólk.

Vilt tú eisini tryggja bilin, skalt tú velja eina skrokktrygging. Hon tekur við, um bilurin fær skaða til dømis í ferðsluóhappi – ella um onkur ger skaða á hann uttan at boða frá. 

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

Skrokktryggingin fevnir hartil um

Vørubilar

Vel ta biltrygging, sum hóskar best til tína fyritøku

Afturat skrokktryggingini eru ymiskar tilvalstryggingar, so tú kanst tryggja bilin júst eftir tínum tørvi. Tað veldst til dømis um, hvønn bil tú hevur, hvussu nýggjur hann er og hvør nýtslan er. 

  • Serskaði
  • Mekaniskur skaði
  • Tiltaksakfar
  • Fíggjarmiss
  • Parkeringsskaði
  • Bilhjálp í Føroyum

Ring til okkara, um tú ivast í, hvat hóskar seg best til júst tín tørv. Vit hjálpa tær fegin.

Ofta settir spurningar

Nei, tað er ikki lógarkravt at skrokktryggja bilin. Men tað er kravt við lóg, at øll akfør skulu vera ábyrgdartryggjað.

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Skriva til okkara