Smábátar

Bundin er bátleysur maður, sigst – og júst tí ræður um at tryggja bátin væl. Hjá Betri Trygging kanst tú tryggja alt frá bátum undir 20BT til vatnskutarar og kappróðrarbátar.

Skaði sjógvur

Mest grundleggjandi bátatryggingin er skrokktryggingin

- og hartil bjóða vit hópin av tilvalum, so tryggingin hóskar júst til tín tørv og títt virksemi. Sama um tú fert onkran hendinga stuttleikatúr – ella um tú javnan rør út.

Tað er ikki lógarkravt at tryggja stuttleikabátar, men um báturin er vinnuligur, er lógarkravt, at tú hevur eina arbeiðsskaðatrygging. 

Vit viðmæla altíð, at tú í minsta lagi skrokktryggjar tær bátin. Skrokktryggingin fevnir um óvæntaðar skaðar, sum koma uttanífrá og raka sjálvan bátin og/ella maskinuna.

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

 

Vel ta tilvalstrygging, sum hóskar best til tín

Víðkað maskintrygging

Víðkað trygging kann teknast fyri maskinur yngri enn 15 ár. Tryggingin verður teknað eftir nývirðinum á maskinuni - íroknað gear, aksil og skrúvu. 

Flutningstrygging millum lond

Seinnu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at familjur fara uttanlands við bátinum at ferðast – og at báturin verður fluttur fyrsta teinin við skipi. Við hesum tilvalinum kanst tú tekna eina tilvalstrygging fyri flutningin av bátinum. Fert tú uttanlands við bátinum, mæla vit til, at tú ringir til okkara, so vit kunnu veita tær neyva ráðgeving. 

Henda tryggingin kann eisini teknast fyri bátar, sum verða keyptir uttanlands og skulu heim til Føroya.

Tá bátar verða fluttir innanoyggja, undir upptøku ella sjóseting, er vanliga tryggingarskjalið galdandi.

Víðkað siglingarleið

Um tú fert at sigla í Norðurlondum ella Stóra Bretlandi, er skrokktryggingin galdandi í upp til 60 dagar. Ætlar tú at sigla aðrastaðni, ella at vera burtur í longri tíð, ber til at tryggja fyri víðkaða siglingarleið. Tryggingin fevnir tá um tær leiðir, ið tú hevur boðað okkum frá frammanundan og sum eru settar í tryggingarskjalið. 

Fert tú uttanlands við bátinum, mæla vit til, at tú ringir  til okkara, so vit kunnu veita tær neyva ráðgeving. 

Snellur

Snellurnar kunnu eisini tryggjast móti somu vandum, sum skrokktryggingin annars fevnir um. Tað er ein føst sjálvsábyrgd fyri hvørja snellu.

Ábyrgdartrygging
Ábyrgdartryggingin fevnir víðari enn skrokktryggingin. Hon tekur við, um tað ringasta skuldi hent við farinum, og um persónar fáa skaða. Eisini umfatar hon bjargiløn, um mannalív verða bjargað.

Gert tú skaða á lutir hjá øðrum ella á annan hátt dálkar við bátinum, tekur tryggingin eisin við. Somuleiðis um tær verður álagt at taka vrakið burtur.

Ábyrgdartilvalið kann geva væl hægri endurgjald enn skrokktryggingin, tí tað er ikki grundað á virðið á bátinum. Við tilvalinum ”ábyrgd” kann tryggingin veita upp til kr. 10.000.000 fyri persónskaða og upp til kr. 5.000.000 fyri skaða á lutir.
Skrokkinteressa

Hetta tilvalið gevur tær møguleika at tekna trygging fyri 20% av virðinum afturat skrokktryggingini. 

Endurgjald verður bert goldið, tá talan er um fullan bátsskaða. 

Henda tryggingin er serliga viðkomandi fyri stórar, vinnuligar bátar og skip. 

Veiða og útgerð

Veiðu- og útgerðartryggingin fevnir um alt, sum er umborð av veiðu, ísi, olju, provianti, leysum fiskigreiðum (snellur undantiknar) og tílíkum, sum er ætlað at brúka upp umborð. Endurgjald verður bert goldið, tá talan er um fullan bátsskaða. 

Hendan tryggingin er serliga viðkomandi fyri stórar, vinnuligar bátar og skip.

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost