Amboð

Leysafæ

Við Leysafætryggingini kanst tú tryggja innbúgv, maskinur, vørur og leysalutir, og tú kanst seta hana saman soleiðis, at hon hóskar til júst títt virksemi.

Við í leysafæið rokna vit allar lutir og innleggingar, sum ikki eru partur av sjálvum bygninginum.

Leysafætryggingin fevnir um skaða av eldi, vatni, stormi, omanlopi, innbrotsstuldri, ráni – og ymsum øðrum orsøkum – og hon fevnir um leysafæ í bygningum, har tú hevur títt virksemi. 

Vit ráðgeva tær um, hvussu tú metir virðið á tínum innbúgvi, vørum, maskinum og øðrum leysafæi, soleiðis at tað altíð er rætt tryggjað.

Út frá hesum gera vit avtaluna, og endurgjaldið verður ásett eftir tí, sum vit hava avtalað í tryggingarskjalinum.

Tryggingin fevnir hartil altíð um útreiðslurnar av at bjarga tínum leysafæi, um skaði hendir ella er um at henda.

Vit gjalda eisini fyri at rudda og burturbeina tað skadda leysafæið.

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

 

Vel tær tilvalstryggingar, sum hóska best til tína fyritøku

Elskaði

Ymiskt virksemi merkir ymsan tørv. Afturat tíni Leysafætrygging kanst tú tekna:

  • All-risk trygging
  • Glastrygging
  • Kummutrygging
  • Kuldatrygging
  • Flutningstrygging
  • Tóltrygging
  • Trygging fyri flytandi samskiftisútgerð 
  • KT trygging
  • Databeraratrygging
  • Maskinskrokktrygging
  • Maskinrakstrartapstrygging
  • Meirkostnaðartrygging
  • Rakstrartapstrygging
  • Antennutrygging

Ring til okkara og vit greiða tær neyvari frá ymsu tilvalunum og júst røttu samansetingini til tykkara tørv.

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost