Viðfestivognur

Viðfestisvognur 

Viðfestisvognar eru altíð fevndir av ábyrgdartryggingini hjá tí dragandi bilinum, tá tú koyrir. Tað merkir, at um tú við viðfestisvogninum gert skaða á annað akfar, ting hjá øðrum ella fólk, ja so er tað ábyrgdartryggingin hjá bilinum, sum tekur við. 

Hartil kanst tú tryggja vognin við eini viðfestisvognatrygging. Í so fall fært tú endurgjald, um viðfestisvognurin sjálvur fær skaða.

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

Ofta settir spurningar

Er nøkur sjálvsábyrgd á eina viðfestisvognatrygging?

Teknar tú eina viðfestisvognatrygging og fært ein skaða, sum tryggingin dekkar, skalt tú sjálv/ur gjalda ein part av skaðanum. Hetta kalla vit sjálvsábyrgd – og fyri viðfestisvognar er sjálvsábyrgdin 500 kr.

Hvat kostar ein viðfestisvognatrygging?

Tað veldst um aldurin á viðfestisvogninum og hvat tú tryggjar vognin fyri. Tú gert sjálv/ur av, hvussu høg tryggingarupphæddin skal vera – og tryggingargjaldið verður so ásett eftir tí. Ivast tú, ert tú vælkomin at ringja til okkara. Saman við tær finna vit hóskandi tryggingarstøðið, so tú hvørki yvir- ella undirtryggjar vognin. Tað er sjálvandi óbindandi.

Er viðfestisvognatryggingin lógarkravd?

Nei, tað er ikki lógarkravt at tekna viðfestisvognatrygging. 

Hvussu er mín viðfestisvognur dekkaður, um eg læni hann út?

Ein viðfestisvognur er altíð fevndur av ábyrgdartryggingini á tí dragandi akfarinum, tá ið koyrt verður. Tað merkir, at um onkur lænir vognin og festir hann á sín egna bil, ja, so er tað teirra ábyrgdartrygging, ið tekur við, um viðkomandi ger skaða á bilar ella ognir hjá øðrum – ella fólk. 

Er tað hinvegin viðfestisvognurin, ið fær skaða, fært tú bara endurgjald, um tú hevur teknað eina viðfestisvognatrygging.

Eg havi lænt ein viðfestisvogn, hvussu er við trygging?

Um tú lænir ein viðfestisvogn, er tað ábyrgdartryggingin á tí dragandi akfarinum – í hesum føri tínum bili - sum veitir endurgjald fyri skaðar, sum henda á aðrar bilar, ognir ella fólk.

Tað er altíð viðkomandi, sum eigur vognin, ið hevur ábyrgd av at tryggja hann móti skaðum, sum henda á viðfestisvognin sjálvan. 

Er tað ein fyrimunur, um eg tryggi viðfestisvognin sama stað, sum eg havi restina av mínum tryggingum?

Ja, tess fleiri tryggingar tú hevur hjá Betri Trygging, tess størri avsláttur fært tú. Tú kanst lesa meira um okkara fyrimunarskipan her.

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost