Viðgerðartryggingin verður teknað í samstarvi við Gjensidige Forsikring og tryggjar eina skjóta og góða viðgerð, um sjúka ella vanlukka raka. Henda trygging er galdandi alt samdøgrið – bæði tá ið tú ert til arbeiðis, og tá ið tú hevur frí. Tá ið tú hevur sett tryggingina í gildi, fevnir hon um pínu, skaða, sjúku og annað, sum krevur viðgerð frá lækna ella øðrum serkønum. 6 mánaðir seinni fevnir hon eisini um sjúkur o.a, ið varð íkomið, áðrenn tú teknaði tryggingina.

 

 

Skjótari viðgerð

Hevur tú viðgerðartrygging, eru eingir bíðilistar. Við hesi trygging hevur tú tryggjað tær eina tíð á privatsjúkrahúsi ella privatum viðgerðarstovni við viðkomandi serkunnleika, har tú sleppur framat innan 10 arbeiðsdagar.

Til ber eisini at víðka tryggingina, so at hon fevnir um flogferðarseðlar úr Føroyum til Danmarkar og heimafturni.


Ofta settir spurningar

0 – 24 ár: Kr. 775 um árið fyri børn upp til 24 ár (skal teknast saman við vaksnum)

Børn undir 24 ár ókeypis, um bæði ”foreldur” hava trygging (skulu vera sambúgvar, so talan kann eisini vera um mammu og fosturpápa t.d. Skrásetti bústaðurin er avgerandi).

18 -27 ár: Kr. 2.950 um árið.

28 – 60 ár: Kr. 2.956 um árið.

60+ ár: Prísirnir hækka so líðandi eftir 60 ár. Ring til Betri Trygging á 348 600, so greiða vit tær fegin frá um kostnaðin.

Boða frá skaða hjá Gjensidige

Soleiðis ritar tú inn

  1. Vitja heimasíðuna: www.gjensidige.dk/login
  2. Vel ”Privat” 
  3. Vel ”SAMLEIKIN-sundhedsforsikring FO”
  4. Vel ”log ind”

Um tú ikki hevur Samleikan, kanst tú skjótt og lætt skráseta teg á www.samleikin.fo/

Tú kanst eisini ringja og boða frá. Ring til Gjensidige á tel. +45 70 10 90 09

Viðgerð

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Betri Trygging

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Skriva til okkara