Húsvognur

Ein húsvognur gevur tær ferðafrælsi til at fara har tú vilt, tá tú vilt. Men best er, um tú eisini ferðast trygt.

Kampingvognur

Húsvognurin er fevndur av ábyrgdartryggingini, sum tú hevur til bilin. Tað merkir, at um tú við húsvogninum gert skaða á ognir hjá øðrum ella á fólk, tekur ábyrgdartryggingin fyri ”tað dragandi akfarið” við. 

Harumframt viðmæla vit tær at skrokktryggja húsvognin. Tá tekur tryggingin eisini við teimum skaðum, sum húsvognurin sjálvur fær.

Hartil kanst tú tekna eina innbúgvstrygging, um tú hevur vanligt innbúgv, ið altíð liggur í húsvogninum – til dømis sjónvarp, koppastell, grýtur og dýnur. Tú kanst eisini tryggja eykaútgerð, so sum tjald, sólpanel og movara. 

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

Ring 348 600 - og vit geva tær eitt óbindandi tilboð.

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost