Vanlukkutrygging

Vit vita tað øll, hóast okkum ikki dámar at hugsa um tað. Vanlukkur og óhapp henda. Tíverri. 

Ein Vanlukkutrygging er títt trygdarnet, um tú skuldi verið óheppin og dekkar bæði likamligt og sálarligt mein.

Vanlukka
Vanlukkutrygging fevnir um flestu vanlukkur, skaðar og óhapp, ið tú og tíni kunnu koma út fyri. Ein vanlukka er ein brádlig hending, ið elvir til likamsskaða.

Sálarlig kreppuhjálp
Vanlukkutryggingin veitir kreppuhjálp hjá sálarfrøðingi í upp til 10 tímar, um ein keðilig hending hevði við sær, at tú komst í eina bráðfeingis sálarliga kreppu.

Sálarlig kreppuhjálp fevnir um:

  • Tunglyndi eftir føðing
  • Deyðføðing, fosturlát og at fáa barn við breki
  • Álvarsamar vanlukkur
  • Tá ið næstringur* doyr
  • Tá ið tú ella næstringur verða lívshættisliga sjúk

Við næstringar er at skilja hjúnafelagi/sambúgvi/skrásettur maki, børn, barnabørn, foreldur og systkin.

Harumframf fært tú endurgjald fyri skaða á brillur og hoyritól.

 

Barnavanlukkutrygging
Ein Barnavanlukkutrygging fevnir um skaðar

 

Vanlukkutryggingar

Niðanfyri sært tú okkara vanlukkutryggingar, sum eru galdandi alt samdøgrið.

Bint um heilan fingur við
nýggjari vanlukkutrygging

Børn

0-18

Tilval

Ung

18-28

Tilval

Vaksin

28-60

Tilval

Eldri

60+

Tilval

Við í pakkanum

Tilval

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Betri Trygging

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Skriva til okkara