Tá ið vatn er farið at leka, ræður um at gera skjótt av. Bæði fyri at minka um sjálvan vatnskaðan og fyri at fyribyrgja skaða av fukti seinni. 

Tað fyrsta, tú skalt gera, er at skrúva stoppkranan fyri og boða okkum frá beinavegin.

Vanligastu vatnskaðarnir

Um tú heldur húsini við líka, kanst tú sleppa undan fleiri av vanligastu vatnskaðunum, sum standast av: 

  • Skaða og brúkssliti á húsunum, s.s. ótøtt vindeygu og hurðar, lekar í tekjuni, rivur í grund, sokkli, útveggjum v.m.
  • Ov smáum ella tiptum rennum
  • At vatn floymir yvir í frárenningum v.m., tá ið nógv avfall er
  • Skaða og brúkssliti á hvítvørum

Hetta eru dømi um vatnskaðar, sum tryggingin ikki fevnir um. Tí er sera umráðandi at viðlíkhalda ognina og brúkslutirnar.

 

Mín Trygging

Tínar tryggingar á einum stað

Skuldi skaði hent, mæla vit til, at tú brúkar skipanina "Mín Trygging" til at boða frá skaðanum. Tínir fyrimunir eru:

  • Stundislig fráboðan
  • Møguligt at senda myndir við fráboðanini
  • Skaðin verður viðgjørdur beinanvegin
  • Tú fært fráboðanir, tá ið støðan broytist (t.d. tá ið málsviðgerðin byrjar, skaðin er avgreiddur v.m.)
  • Yvirlit yvir tínar tryggingar, skaðar v.m.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum

348 600

Send teldupost