5. element

Betri Banki hækkar inn- og útlánsrenturnar

Sum væntað hækkaðu Evropeiski og Danski Tjóðbankin í farnu viku leiðandi rentuna við ávíkavist 0,75 og 0,60% stigum.

Av tí sama fer Betri Banki at hækka innlánsrenturnar við upp til 0,60% stigum og útlánsrenturnar við upp til 0,50% stigum. Broytingarnar koma í gildi 1. desembur 2022.

Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur.