Betri Banki tillagar út- og innlánsrenturnar

Sum væntað hækkaðu Evropeiski og Danski Tjóðbankin í gjár leiðandi rentuna við 0,75%-stigum. Betri Banki hækkar tí eisini út- og innlánsrenturnar.

Útlánsrenturnar hjá privatkundum hækka við upp til 0,45%-stigum. Samstundis hækka innlánsrenturnar. Millum annað hækkar rentan á bústaðarkontum til 0,75% og á eftirlønarkontum til 0,50%.

Fyri vinnukundar hækka útlansrenturnar við upp til 0,45%-stigum, meðan negativa innlánsrentan hjá vinnukundum verður strikað.

Broytingin kemur í gildi 20. oktobur.