Freistir fyri Kristi himmalsferðardag

Hósdagin 29. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagin 30. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT veitaranum hjá okkum. Tí verða ongar bankaflytingar framdar hesar báðar dagarnar.

Freistirnar eru hesar, um peningur skal vera móttakaranum í hendi áðrenn Kristi himmalsferðardag:

  • Lønarflyting: týsdagin 27. mai klokkan 15:30
  • Vanlig flyting til kontu í øðrum peningastovni: týsdagin 27. mai klokkan 18:30
  • Flyting sama dag til kontu í øðrum peningastovni: mikudagin 28. mai klokkan 11:45

Skundflytingar

Tú kanst altíð gera eina skundflyting. Hon verður ikki ávirkað av halgidøgum. Hav í huga, at summir danskir peningastovnar hava freistir fyri skundflytingar.

Uttanlandsflytingar
Uttanlandsflytingar skulu í seinasta lagi vera avgreiddar á netbankanum, mikudagin 28. mai klokkan 12, fyri at bankin kann avgreiða hesar áðrenn Kristi himmalsferðardag.  

Tú ert vælkomin at ringja til okkara á 348 000, ella skriva á banki@betri.fo, um tú hevur spurningar.