Gjaldskort

Legg kortið í Apple Wallet við 'Tap to Add'

Fyrr hava verið tveir mátar at leggja títt gjaldskort í Apple Wallet - umvegis netbankan ella frá Apple Wallet.

Nú ber eisini til at leggja títt gjaldskort í beinleiðis við at skanna tølini ella bara við at leggja kortið nær við telefonina. Tó er krav, at kortið er knýtt at netbankabrúkaranum, ið er skrásettur á eindini. 

  1. Opna Apple Wallet á tínari iPhone.

  2. Trýst á + ovast í høgra horni.

  3. Vel Debit- ella Kreditkort.

  4. Legg kortið heilt nær við – ella beint á – telefonina.

  5. Fylg vegleiðingini á skíggjanum, har tú skalt góðtaka treytir.

  6. Far inn á netbankan á telefonini fyri at endaliga góðkenna kortið.

Eftir hetta er kortið klárt at brúkast við Apple Pay, so tú kanst rinda við tínari iPhone, har tú vanliga rindar við gjaldskorti.