Bonus fyri skaðaleysa koyring

Bonus til okkara kundar

Vit lata nú 7,5 milliónir krónur í bonus til privatkundar, sum hava teknað akfarstrygging hjá okkum. Peningurin verður latin til 12.200 kundar. 

Hetta er útgjald fyri at hava koyrt skaðaleyst í 2025.

Útgjaldið er til kundar, sum ikki hava fingið endurgjald fyri skaða á bil, motorsúkklu, prutl, húsbil, húsvogn ella viðfestisvogn ella hava havt ábyrgd av skaða í 2025.

Hetta er annað árið, vit lata Bonus. Kunna teg um skipanina her.

Bonus er grundað á hesi viðurskifti: 

1) at samlaða úrslitið fyri akfør vísir seg at verða betri, enn vit roknaðu við, tá árið byrjaði.

2) at tú ikki hevur fingið endurgjald fyri skaða á bil, motorsúkklu, prutl, húsbil, húsvogn ella viðfestisvogn ella hevur havt ábyrgd av skaða í farna ári.