Betri Trygging -  Richa

Innanífrá

Les um Richu, sum er dagligur leiðari í kantinu okkara

Sig eitt sindur um teg sjálva?

Eg eiti Richa Richardsdóttir. Eg eri útbúgvin føðsluatstøðingur frá Slagteriskolen í Roskilde í 2006. Eg var 46 ár, tá eg byrjaði. Áður havi eg verið bóndakona og tók tá lut í øllum, sum hoyrir til ein stóran føroyskan garð. Eg lærdi at hagreiða og gera mat frá byrjan til enda. Tað kom væl við í skúlanum, at eg dugdi at fletta – alt var mær vælkent.

Eg havi annars 3 børn og 8 ommubørn - umframt maka.

Hvussu er at starvast í Betri Trygging?

Eg byrjaði undir korona, og fekk eina bleyta byrjan, tí eg fekk ikki gjørt mat fyrstu vikurnar. Frammanundan havi eg ofta arbeitt við eldri og sjúkum fólki, men her geri eg mat til frísk fólk, og tað er øðrvísi. Eg havi trivist sera væl, og her er altíð góður stemningur. Fólk koma niður í kantinuna fyri at fáa sær ein bita ella kaffimunn, og vit fáa nógv góð og stuttligt prát ígjøgnum dagin. Tað er ótrúliga festligt, serliga í kantinuni.
Vit báðar, sum arbeiða saman, klinga sera væl. Vit hava eisini javnan innanhýsis kaffiprát við øðrum deildum. Ein annar fyrimunur er, at arbeiðstíðin nú er ”vanlig”, og eg havi frí, tá ið onnur hava frí.

Hvussu arbeiðir Betri Trygging við burðardygd?

Í kantinuni gera vit - so vítt møguligt - matin sjálvar, og leggja væl til rættis, so tað ikki verður nógv avlop. Hvønn fríggjadag eta vit restir, og tað er ein máti at arbeiða burðardygt.

At eta sunt og heilsugott er eisini burðardygd. Tí leggja vit matarskránna soleiðis, at hon lýkur almennar føðslutilráðingar og almen reinføriskrøv, so vit halda okkum til kostráðini hjá Kræftens Bekæmpelse. Maturin er so soltin, sum hann kann, uttan at taka nakað frá upplivingini. Eisini royna vit at matgera eftir árstíðunum.

Hvat drívur teg?

Samspælið við tey, sum koma at eta. At eg merki, hvussu tað, eg geri, verður móttikið. At tað verður viðurkent. Tað, sum eg serliga brenni fyri, er gerandismaturin. Eg haldi, at vit sum samfelag eiga at leggja størstan dent á gerandismatin. Hann skal vera fjølbroyttur, litríkur, vælsmakkandi - og verdur at eta.

Áhugamál uttanfyri arbeiðið?

Eg eri handalig og putli við ymiskt. Haldi hús og hava, gangi til fimleik, lurti eftir tónleiki og gangi til konsertir.

Takk fyri prátið, Richa.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.

348600

Send teldupost