Betri Trygging - Turið W. Madsen

Innanífrá

Les um Turið, sum starvast á Marknaðardeild okkara

Hey Turið, kanst tú siga eitt sindur um teg sjálva?

Eg eri úr Havn og havi tveir synir. Eri útbúgvin Cand.merc.EMF, sum er økonomisk marknaðarføring. Eg renni og geri styrkivenjingar, og royni í løtuni tennis, sum er púra nýtt fyri mær.

Eg gangi uppí hús og heim umframt matgerð.

Hvussu er at arbeiða sum marknaðarfólk á Betri Trygging (BT)?

Uppgávurnar eru eitt sindur tvíbýttar. Bæði ad hoc uppgávur og so verkætlanir innan marknaðarføring, samskifti og menning – eitt nú nýggjar tænastur, sum skulu mennast, marknaðarførast og setast í verk. Ad hoc kann vera heimasíðudagføringar, skjøl, visitkort v.m. Eisini skipa vit fyri tiltøkum, har vit bjóða inn til ymiska kunning ella fara út til tiltøk.

Hvørjir eru møguleikarnir fyri førleikamenning í BT á tínum øki?

Tað hendir nógv á mínum fakøki. Digitaliseringin byrjaði reint teoretiskt, men nú er man komin til at seta í verk. Talgild marknaðarføring er tað vanliga í dag. Hetta er eitt fakøki við nógvari teori og nógvum menningarmøguleikum, og tú mást dagføra teg allatíðina. Tað er spennandi at vera í mínum hatti í eini tryggingarfyritøku, tí at tryggingarvinnan eisini er í stórari menning.

Hvussu er at arbeiða á Marknaðardeildini hjá BT?

Tað er ordiliga gott. Vit eru trý starvsfólk umframt leiðara, og allar eru fakliga sterkar og fakliga ymiskar. Tað er bæði spennandi og gevandi. Vit kunnu mennast av hvørji aðrari og saman. Sosialt er ordiliga gott. Vit hava tað gott, har vit sita – við síðuna av Kundadeildini - og hava dagliga gongd tann vegin. Trivnaðarliga duga vit væl at taka okkum tíð at tosa og flenna, og tiltøk eru saman við Kundadeildini.

Hvat fær teg at trívast og hvat drívur teg?

At eg tími tað væl, sum eg geri, og megni uppgávurnar. Mær dámar væl at koma til arbeiðis og at vera saman við starvsfeløgunum. Hetta er eitt gott arbeiðspláss bæði fakliga og sosialt. At arbeiða innovativt og mennandi við tryggingum, tænastum og talgilding er sera spennandi, har fakligheitin kemur í spæl. Vit arbeiða tætt saman við øllum deildunum í húsinum, so vit koma væl runt og kenna tryggingina ordiliga væl.

Hvussu er sosiala lívið á arbeiðsplássinum?

Tú blívur ordiliga góð við fólkini í húsinum, tí vit koma hvørjum øðrum við fakliga og sosialt. Nógv góð kaffiprát, og HR skipar fyri góðum tiltøkum. Á einum stórum arbeiðsplássi møtist fólkið uppá tvørs, bæði í fitnessrúminum, kantinuni og uttanfyri arbeiðsplássi.

Takk fyri prátið, Turið.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.

348600

Send teldupost