Betri Trygging - Gunnar Grækarisson

Innanífrá

Les um Gunnar, sum er leiðari á sýnsøki okkara

Sig eitt sindur um teg sjálvan?

Eg eri útlærdur timburmaður og byggifrøðingur, og eg havi arbeitt innan byggivinnuna sum byggileiðari og deildarstjóri fram til 2021, tá eg kom á Sýsndeildina í Betri Trygging at arbeiða. Eri eisini familjumaður, eigi ross, ríði kappingar og siti í nevndini hjá Føroyska Íslandsrossafelagið.

Hvat fangaði tín áhuga í Betri Trygging?

Betri Trygging (BT) hevur altíð virkað fyri mær sum eitt gott arbeiðspláss - og ein seriøs og professionell fyritøka við góðum strukturi. Áhugin at arbeiða hjá BT hevur verið í longri tíð. Og tað gjørdi tað ikki verri, at eg kendi umhvørvið.

Hví Sýnsdeildin?

Eg søkti starvið sum sýnsfólk, tí uppgávurnar eru spennandi- og avbjóðandi. Eg kann brúka mína útbúgving væl til tær uppgávur, ið eg arbeiði við í tí dagliga. Royndirnar innan byggivinnu geva góða barlast til at taka avgerðir, kenna byggihattir skjótt aftur o.s.f.. Á Sýnsdeildini er tann byggitekniska vitanin sterk. Vit á Sýnsdeildini hava førleikar, at loysa allar uppgávur innan bygging, havnaløg, annlegg o.a. Sýnsdeildin og Skaðadeildini arbeiða tætt saman í tí dagliga.

Hvussu er at læra um tryggingar?

Hetta er ein heilt nýggj verð, men tað er sera spennandi og gevandi. Útbúgvingin er casebaserað, og tað eru sera góðir lærarar, so tað ber til at læra. Starvsfelagarnir eru hjálpsamir, og eg varð sera væl móttikin, tá eg kom til arbeiðis fyrstu ferð. Eg eri ikki spesialistur í øllum, so spyrji meg heldur fyri, um eg ivist.

Takk fyri prátið, Gunnar.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.

348600

Send teldupost