Betri Trygging

Privatkundastjóri til Betri Trygging


Vilt tú vera við til at seta kósina fyri okkara 
privatkundaøki? Dámar tær at leiða, samskifta, skapa virði og byggja varandi sambond við kundarnar? So hava vit kanska rætta starvið til tín.

Vit leita eftir einum privatkundastjóra, sum skal standa á odda fyri áhaldandi at styrkja og menna privatkundaøkið. Hetta er ein spennandi uppgáva, tí sum samfelagið og umheimurin broytast, vaksa krøvini til álítandi sambond, talgildar loysnir og tryggleika. Við kundanum í miðdeplinum skal Betri Trygging framhaldandi vera fremsta valið, tá ið føroysk húski velja  tryggingarveitara – samstundis sum vit áhaldandi skulu vera eitt gott arbeiðspláss.

Saman við starvsfólkinum á deildini skalt tú byggja eina kundaferð, sum tryggjar høga dygd og góða tænastu. Tú skalt bæði seta kósina og fáa tingini at henda í gerandisdegnum.

Starvið krevur gott yvirlit, fakliga djúpd og góð samstarvsevni. Tað krevur holla vitan um leiðslu og sølu, góða kundarøkt og samskifti.

Privattkundastjórin verður partur av strategisku leiðsluni og vísur til forstjóran.

 

Um teg:
Tú hevur gott innlit í føroyska samfelagið og skilur, hvussu álit og sambond verða bygd og viðlíkahildin. Somuleiðis trívist tú í einum arbeiðsumhvørvi, har samskiftið er í eygnahædd og har daglig leiðsla og strategisk hugsan ganga hond í hond.

Tú:

  • Hevur góð leiðsluevni og royndir
  • Ert nýhugsandi og torir at ganga nýggjar leiðir
  • Hevur fakligar førleikar innan sølu, kundaleiðslu og ráðgeving
  • Hevur góða kunda- og samskiftisfatan
  • Hevur strategiskt skil, men dugir eisini at arbeiða skipað og við smálutum
  • Hevur viðkomandi útbúgving innan leiðslu, sølu, trygging, fígging ella líknandi
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og brennur fyri góðari kundatænastu


Um okkum
Í Betri Trygging starvast umleið 100 fólk, og á privatkundadeildini starvast 18. Vit eru ein gomul, men samstundis nýmótans fyritøka við sterkum virðum og stórum marknaðarparti. Samanhaldið er gott, trivnaðurin er góður og starvsfólkið er álítandi, áhugað og fyrikomandi.

  • Eitt fjølbroytt og avbjóðandi deildarstjórastarv í einari spennandi fyritøku, sum er í støðugari menning.

  • Eitt deildarstjórastarv í eini fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum arbeiðsumstøðum.
  • Høvi at mynda tilboð og tænastur á privatkundaøkinum frameftir.
  • Kappingarføra løn við góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning.

Søk starvið
Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Kongabrúnni í Tórshavn.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingunn Eiriksdóttir, forstjóra, á 34 86 48ingunn@trygging.fo ella Rannvá Justinussen, HR-leiðara á 34 85 75rju@trygging.fo.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum. Umsóknir við lívsrensli og avriti av prógvum skulu sendast til starv@trygging.fo í seinasta lagi mánadagin 18. mai kl. 12.00.

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.