Nærveruvika
Tær bestu løturnar eru saman við øðrum

Vika 44 er afturvendandi Nærveruvikan, har vit leggja okkum eftir at leggja telefonina til viks, hyggja upp og vera saman við øðrum - bæði heima, á arbeiðsplássinum og skúlanum.
Undirtøkan fyri vikuni er góð, og bæði skúlar, kommunur, fyritøkur og stovnar í øllum landinum taka lut.
Endamálið við Nærveruvikuni, ið kemur eftir átakið SkíggjaSunn, er at minna okkum øll á at hyggja upp og vera til staðar.
Í fjør staðfesti ein kanning, ið Spyr.fo gjørdi fyri Betri Trygging, at 73 % av føroyingum nýta skíggjan meira, enn teir høvdu viljað – og at talan sostatt er um eitt slag av misnýtslu, sum vit hava trupult við at stýra.
Fyrr dugdu vit betur at hugsavna okkum og at slappa av. At vera saman, taka okkum tíð at práta og hyggja í eyguni hvør á øðrum. Nú fær fartelefonin nógv uppmerksemi - og tað eru hópatals granskingarúrslit, sum prógva, hvussu neiliga hetta ávirkar okkum. Átakið er sostatt eisini liður í atbeiða fyri betri trivnaði og betri sálarheilsu millum føroyingar.
Uppskot til vikuna
Ger í minsta lagi eitt av niðanfyristandandi uppskotum hvønn dag
- Far og vitja onkran – og tak ongantíð telefonina fram
- Les eina bók ella keyp tær eitt blað, sum tú síðani setur tíð av til at lesa og njóta
- Lat allar máltíðir vera skíggjafríar
- Hyggur tú í sjónvparp – hygg so í sjónvarp. Ein skíggi í senn er nóg mikið, so legg telefonina frá tær
- Lat telefonina liggja í lummanum, meðan tú bíðar – á apotekinum, til handils, hjá lækna og tannlækna. Hygg upp – og smíl til tey, tú bíðar saman við
- Gakk ein túr uttan at hava nakað í oyrunum. Legg til merkis, hvat tú hoyrir og hvat tú sært á vegnum
- Spæl eitt borðspæl saman við húsfólkinum ella legg eina kabalu
- Raðfest svøvnnáðir og lat telefonina liggja í einum øðrum rúmi, tá tú leggur teg at sova
- Fá tær ein drekkamunn í egnum selskapi – ella saman við øðrum - og lat allar skíggjar vera sløktar hesa løtuna
- Sløkk allar notifikatiónir á øllum appum. Lat ikki tøknina støðugt bróta títt tankavirksemi av. Tú sært kortini alt, tá ið tú næstuferð fert inn á telefonina
- Ring til onkran, ið tú vanliga bara skrivar við og fá eitt ordiligt prát
- Ger okkurt við hondunum – baka, tekna, bint, smíða, telg ella planta
- Sit í 10 minuttir uttan nakað at gera. Eingin skíggi, einki poddvarp, eingin bók. Keð teg bara eitt sindur, hygg út ígjøgnum vindeygað - og gev heilanum stundir til at reika frítt ella at skipa tankar og upplivingar
- Tak myndina við eygunum. Far ein túr ella til eina uppliving uttan at taka telefonina fram fyri at taka myndir
- Halt fyrsta hálva tíman um morgunin skíggjafrían. Lat dagin byrja við tær – ikki telefonini
- Ger eitt telefonfrítt øki heima, t.d. køkin, køksborðið, kamarið ella vesið
- Legg telefonina frá tær, tá onkur tosar við teg. Gev viðkomandi alt títt uppmerksemi
- Far á wc uttan at hava telefonina við. Syng ein sang. Legg eina ætlan. Grunda um okkurt, ið fyllir hjá tær. Les eitt blað ella tekstin á einum sjampodunki
- Spyr onkran ein ordiligan spurning – og lurta eftir svarinum uttan at skunda tær víðari
- Ger eina máltíð saman við húsfólkinum frá byrjan til enda – uttan nakran skíggja
- Ver ikki tann, sum tekur telefonina fram fyrst. Ein góð avbjóðing til tín sjálvs
- Vel eitt kvøld, har telefonin fer tíðliga “í song”. Legg hana frá tær og tak ræðið yvir tíðini restina av kvøldinum

Týdningurin av nærveru:
Nærvera er ikki bara ein góð kensla. Hon er tætt knýtt at okkara uppmerksemi, sambondunum við onnur, kenslustýring og trivnaði.
Men ofta lata vit skíggjan stjala nærveruna – bæði tá ið vit skulu vera nærverandi í egnum selskapi og saman við øðrum.
Tá ið vit fáa nóg mikið av nærveru, gevur tað okkum ró og minkar um mentala órógv og larm í huganum. Vit fáa betri savnað okkum um tað, vit skulu gera, og vit megna betri at fordjúpa okkum. Vit fáa sterkari relatiónir og sterkari kenslu av at hoyra til.
Fyrimunir við nærveru
Vit megna betri at fanga andlitsútrykk, tónalag og smá tekin hjá øðrum – og tá ið vaksin eru nærverandi, hjálpir tað børnum at skilja og stýra sínum egnu kenslum.
Steðgir, har vit forða støðuga streyminum av upplýsingum og ávirkan frá skíggjanum, hjálpir hartil heilanum at arbeiða við dagsins upplivingum og inntrykkum. Tað hevur hann tørv á at gera, annars kunnu vit lættari gerast fangað í tankameldri.
Fylgjur, um okkum tørvar nærveru
Vit kunnu gerast mentalt troytt og hava ilt við at savna okkum um veruligu uppgávurnar. Tað gerst ein ónd ringrás.
Tá ið vit allatíðina kanna skíggjan, meðan vit eru saman við øðrum, geva vit teimum eina fatan av, at tað, sum hendir á skíggjanum, hevur størri týdning fyri okkum enn tey. Tað elvir til frástøðu, ávirkar sjálvsvirðið og kann fáa tey at taka seg burtur frá okkum.
Fyri børn eru nærverandi vaksin avgerandi fyri menningina, tí samrøður, eygnasamband, felags upplivingar og spøl – og hvussu vit vaksnu lofta og reagera uppá tað tey siga, gera og uppliva - lærir tey eina rúgvu um, hvussu vit menniskju samskifta, hvussu vit eru saman við øðrum og hvørt tey bera seg rætt ella skeivt at. Geva vit skíggjanum uppmerksemið heldur enn børnunum, seta vit menningina í vanda.
Nærvera er avgerandi fyri heilan, nervalagið og sambandið við onnur

