Hvat hendi?
Nær góvust børn við at spæla úti? Hví fáa ommur og abbar ikki eins ofta vitjan longur?
Telefonin er eitt hent amboð – men hon er farin at stýra okkara gerandisdegi og stjala okkara dýrabaru tíð.
Vit skulu verða betri til at sløkkja tað, ið ikki hevur týdning fyri okkum – og tendra tað, ið hevur. Og vit mugu verða betri til at leggja telefonina til viks, tá ið vit eru saman við øðrum.
Heilin tillagar seg støðugt
Lukkutíð er skaðin ikki varandi. Heilin lagar seg støðugt til mongdirnar av dopamini og stresshormonum, ið vit framleiða – t.v.s. at normalstøðið hjá heilanum broytist støðugt eftir, hvat ið hann verður útsettur fyri. Hetta merkir, at um vit t.d. ikki nýta skíggjar í 8 vikur, so tillagar heilin seg aftur til tað støðið, ið hann upprunaliga var á, og síðan hvørva øll hjáárin av skíggjaovurnýtslu.
Vit hava ov høga dopamintoleransu
Um vit støðugt fáa stórar mongdir av dopamini frá telefonini og telduspølum, so økist toleransan fyri dopamini í heilanum. Tað merkir, at tá ið tú so sparkar fótbólt ella ert saman við vinfólki ella gert mat – ja, flestallir ikki-talgildir aktivitetir – at tá byrjar tú at sakna telefonina ella telduspælið. Aktivitetir, sum ikki eru talgildir, útloysa ikki líka nógv dopamin sum telefonin ella telduspælið. Tá ið tú so eitt nú hyggur at einum filmi ella bara ert saman við vinfólki, so fært tú ikki nokk av dopamini frá hesum – og tú byrjar at keða teg.
*Dopamin virkar sum ein onnur “virðisløn” í heilanum.
“Foreldraumsjón” er eitt hent amboð
Børn og ung nýta meira tíð framman fyri skíggjanum enn nakrantíð áður. Skíggjarnir eru sniðgivnir fyri at fáa okkum at verða so leingi “á” sum gjørligt. 74% av føroyskum børnum og ungum sita meira við skíggjan, enn tey vilja. Tað kann vera sera trupult hjá teimum sjálvum at stýra, hvussu nógva tíð tey nýta. Tá er foreldraumsjón, ið er innbygt í flestu telefonir, eitt sera hent amboð til tess at minka um skíggjanýtsluna og at læra børnini at gerast tilvitað um, hvussu nógv tíð fer við tí. Her sæst eitt skíggjatilmæli eftir aldri, sum Heilsustýrið hevur gjørt. <read-more>
Vegleiðing til at tendra foreldraumsjón
iPhone
- Stovna barninum eitt Apple-id (sí vegleiðing her).
- Trýst á “Indstillinger” og finn barnið.
- Vel “Skærmtid”, og trýst á “Fortsæt”. Nú kanst tú avmarkað, hvat fyri innihald barnið fær atgongd til.
- Trýst á “Fortsæt” og síðan kanst tú velja “Skærmfri tid”.
- Á “Skærmfri tid” kanst tú velja tíðspunkt.
- Síðan kanst tú avmarka tíð á appum og síðum.
- Vel at enda eitt loynital, sum verður nýtt, um foreldraumsjón skal broytast seinni.
Android
- Far inn á appina “Play Butik”.
- Trýst á menu ovast til vinstru.
- Blaða niður og trýst á “Indstillinger”.
- Vel “Børnesikring” og tendra.
- Vel loynital, soleiðis at onnur ikki kunnu fara inn og broyta stillingarnar.
- Nú kanst tú avmarka skíggjatíð í appum og spølum.
<read-more>
Vit gerast vanabundin við lumpisligum snildum
Tøknifyritøkurnar vita júst, hvat ið okkum dámar, og hvat ger ið okkum vanabundin. Tær hava ment algoritmur, ið støðugt fylgja við okkara atburði á netinum – og tess meira, vit eru á netinum, tess betur duga algoritmurnar at hugfanga okkum.
- 10 likes - so kunnu algoritmurnar lýsa teg betur, enn ein starvsfelagi kann.
- 70 likes - so kunnu algoritmurnar lýsa teg betur, enn ein tættur vinur kann.
- 300 likes - so kunnu algoritmurnar lýsa teg betur, enn makin kann.
Hvat er ein algoritma?
Ein algoritma er ein “uppskrift”, sum fortelur telduni ella telefonini, hvat ið tær dámar, so at hon kann vísa tær meira av tí sama. Tess meira kunning (dátur), ið tú gevur henni, sum t.d. við at dáma okkurt á sosialum miðlum, so fortelur tú henni, hvat ið tú heldur vera áhugavert. Teldan ella telefonin lærir støðugt, og at enda veit hon júst, hvat ið hon skal vísa tær fyri at fáa teg at støðast so leingi sum gjørligt.
<read-more>
‘Information overload’
Ímynda tær, at heilin er sum ein postkassi, og at tú fært brøv hvønn einasta dag. Brøvini eru tað, ið vit læra og uppliva. Ímynda tær so, at fólk byrja at leggja brøv í túsundatali í postkassan – hvønn einasta dag. Tað hevði verið torført at funnið tey røttu brøvini, og tú hevði kent teg stressaða/n, tí tú vilt jú lesa øll brøvini, sum tú hevur fingið.
Í talgilda heiminum fáa vit eina rúgvu av kunning frá sosialum miðlum, teldubrøvum, boðum, tíðindum o.ø. Tað tykist sum, at vit fáa ov nógv “brøv”, og hetta verður rópt ‘information overload’. Tá ið vit fáa ov nógva kunning, kunnu vit gerast móð, og tá kann tað verða torført at taka avgerðir, størri og smærri, sum vit annars gera hvønn dag. Men tá ið vit eru díkt undir í kunning, kann tað vera torført at hugsa klárt – og at vita, hvat ið er rætt at gera.
Minnist til at leggja telefonina oftari til viks
Skíggjarnir eru mentir soleiðis, at teir vita, hvat ið okkum dámar, og teir vísa okkum tí bert tað, ið fær okkum at vera longur á skíggjunum. Soleiðis hongur tað saman. Vit mugu tí minnast til at leggja skíggjan oftari til viks og at tí gætur, sum veruliga hevur týdning fyri okkum.
Les meira um algoritumur.
