Í meira enn eitt áratíggju hevur fartelefonin, teldan og sosialir miðlar verið fastur partur av gerandisdegnum hjá okkum flestu. Men nú eru vit øll so smátt farin at ásanna, at tað, sum skuldi savna okkum, hevur skilt okkum sundur. Nú ganga vit dag og dagliga við ringari samvitsku, tí at vit forsøma familjuna, vit forsøma børnini, ja, vit forsøma okkum sjálv.

Spurningarnir, sum standa eftir, eru: Hvat gera vit? Hvussu sleppa vit burtur úr hesum?

Spennandi og læruríkur fyrilestur verður um hetta evnið á Glasi 17. november.

Danski Imran Rashid hevur svarið upp á spurningarnar omanfyri. Hann er lækni og hevur granskað í skíggjanýtslu, og í fjør gav hann út bókina “Skærmsund”. Við bókini hevur hann sett sær fyri at hjálpa foreldrum at fáa familjulívið í javnvág aftur.

Fyrilesturin tekur støði í bókini, sum snýr seg um, hvussu familjur fáa eitt sunnari og meira tilvitað tilknýti til skíggjar. Bókin er ein vegleiðing við ítøkiligum amboðum til bæði børn og vaksin.

Fyrilesturin er viðkomandi fyri øll - og kanska serliga til foreldur, sum føla seg hava mist tamarhald á støðuni, og sum sakna kvalitetstíðina saman.

Fyri Imran snýr hetta seg ikki um at rita út av øllum sosialum miðlum ella at tveita allar skíggjarnar vekk. Hetta snýr seg um at vera meira tilvitandi um, tað ið vit gera.


Tilmelding niðast á síðuni.

Hvør er Imran Rashid?

Tá ið danir tosa um ovurnýtslu av skíggjum, so gongur ikki long tíð, áðrenn onkur nevnir Imran Rashid.

Imran gongur á odda innan gransking í skíggjaheilsu. Enntá Mette Frederiksen plagar at heita á hann, tá ið hon vil frætta, hvat ið nýggjasta granskingin sigur um evnið.

Imran er lækni og hevur skrivað nógvar bøkur um skíggjanýtslu: eitt nú bestseljaran “Sluk” um talgilt stress, “Offline” um at vera meira til staðar í einum online-heimi og í fjør bókina “Skærmsund”, sum er ein amboðskassi til foreldur, sum vilja hava eina betri skíggjajavnvág við hús.

Fyrilestrarnir eru tiltiknir fyri at vera hugkveikjandi og at fáa fólk at hugsa um gerandisdagin á ein nýggjan hátt. Millum foreldur eru fyrilestrarnir serliga væl umtókir, tí Imran kemur við nógvum góðum ráðum og ítøkiligum amboðum til, hvussu familjan finnur stevið aftur og viðlíkaheldur eina sunna javnvág í einum alsamt meira talgildum heimi.


Nær, hvar og hvussu

Nær: 17. november kl. 19.30
Hvar: Glasir
Hvussu: Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tilmelding krevst - avmarkað pláss.

 

Tilmelda