Hvat hendi?

Nær góvust børn við at spæla úti? Hví fáa ommur og abbar ikki eins ofta vitjan longur?

Telefonin er eitt hent amboð – men hon er farin at stýra okkara gerandisdegi og stjala okkara dýrabaru tíð.

Vit skulu verða betri til at sløkkja tað, ið ikki hevur týdning fyri okkum – og tendra tað, ið hevur. Og vit mugu verða betri til at leggja telefonina til viks, tá ið vit eru saman við øðrum.

Skíggjar oyðileggja svøvnin

Svøvnur er ein sera týdningarmikil grundarsteinur fyri, at heilin og kroppurin virka rætt. Fyrimunir við góðum svøvni:

  • Vit liva longri.
  • Minni vandi fyri krími, krabba, minnissvinni, blóðtøppi, hjartatilburði og sukursjúku.
  • Vit minnast betur og gerast kreativari.
  • Vit síggja sunnari út.
  • Vit hava minni tørv á at eta, og vit kenna okkum yvirhøvur mettari.
  • Minni vandi fyri ferðsluóhappum.
  • Vit duga betur at stýra kenslunum og hava minni tankameldur. Um vit ikki sova út, gerast vit lættari ill, ótólin, stressað og tunglynt.

Vit sova ov lítið
Hóast svøvnurin er so týdningarmikil, fáa 66% av føroyingum ov lítið av svøvni, og næstan helvtin av okkum hava trupult við at sovna.

Bláa ljósið frá skíggjunum mótvirkar framleiðslu av melatonini, sum er evni, ið heilin framleiðir, fyri at vit kunnu sovna. <read-more> 91% av føroyingum taka telefonina við í song, og hetta ger tað sostatt enn verri hjá okkum at sovna. Vaksin fólk hava tørv á at sova í 7-9 tímar.

Gott ráð: Skift til gult ljós á telefonini
Flestu telefonir hava eina funku, sum eitur »Night Shift«, sum ger, at telefonin sjálvvirkandi skiftir til eitt gulligt ljós um kvøldið – soleiðis at heilin framleiðir melatonin, sjálvt um vit sita við telefonini, og tí verður svøvnurin ikki á sama hátt ávirkaður.

Soleiðis gert tú
1. Trýst á ‘Indstillinger’
2. Trýst á ‘Skærm og lysstyrke’
3. Trýst á ‘Night Shift’
4. Vel tíð á samdøgrinum. Eitt gott mið er 2 tímar, áðrenn tú vanliga fert í song.

Kelda: Dr. Imran Rashid

<read-more>

SkíggjaSunn - Nærveruvika 44

Foreldur hava ábyrgd

Sum foreldur hava vit eina serliga ábyrgd, tí tað eru vit, sum gera av, hvussu – og hvussu ofta – børnini nýta skíggjan. Tað er okkara ábyrgd at vera greið – og eisini at siga nei, tá ið tað er neyðugt.

Á sama hátt sum vit hava eina meining um, hvussu nógv sukur børnini fáa, eiga vit eisini at hava eina meining um skíggjanýtslu, tí fylgjurnar av ovurnýtslu eru nógv álvarsamari hjá børnum og ungum enn hjá vaksnum. Sí tekstin um “TikTok-heilar”.

Børn gera, sum foreldrini gera; ikki, sum tey siga
Tað er týdningarmikið, at vit foreldur eru góðar fyrimyndir. Vit eiga at vísa børnunum, at tað eisini er stuttligt at gera ymiskt uttan skíggja. Børn læra best við at síggja, hvat ið foreldrini gera. <read-more>

Tá ið børn spæla, læra tey at samstarva og at skilja onnur børn. Tí er tað so neyðugt, at børn spæla fysiskt við onnur børn meginpartin av tíðini – eisini tá ið tey verða eldri. Foreldur hava ábyrgd av, at javnvág er í, hvussu leingi børnini nýta skýggjan – og at skíggin verður nýttur á ein sunnan og skynsaman hátt.

Foreldur eiga eisini at tosa við síni børn um, hvat ið tey gera á netinum, og at hjálpa teimum at ferðast á netinum á ein tryggan hátt. Lesið meira um ung og trygd á netinum
her.

Les um fleiri skíggjaráð til børn her.

<read-more>

SkíggjaSunn

Heilin er stressaður – hann veit tað bara ikki

Vit kenna ofta á okkum, at vit hvíla okkum, tá ið vit tveita okkum á sofuna at blaða í sosialum miðlum – at vit kobla úr. Men í veruleikanum verður heilin stressaður av øllum, sum hann sær.

Heilin framleiðir eina rúgvu av stresshormonum og dopamini, ið virkar sum eitt slag av “virðisløn” hjá heilanum, tá ið vit spæla telduspøl ella blaða í sosialum miðlum. Hetta merkir, at heilin hjá okkum er støðugt stresssaður, uttan at vit í grundini vita av tí. Er heilin stressaður í ov langa tíð, kann hetta viðføra:

  • Heilamøði.
  • At vit fáa ilt við at hugsavna okkum.
  • At vit ikki megna at hugsa klárt og taka avgerðir.
  • Kensluligt órógv, irritatión og angist.

Stórar avleiðingar fyri børn
Hjá børnum kann tað ávirka menningina og leiða til innlæringstrupulleikar umframt mál- og svøvntrupulleikar.

SkíggjaSunn

TikTok-heilar

Tey flestu hava upplivað, at tað er vorðið torført at hugsavna seg um ein heilan film, at lesa eina bók ella at lurta eftir læraranum í ein heilan tíma. Orsøkin er, vit eru vorðin von við at verða áhaldandi undirhildin og órógvað av telefonini.

Tekin, ið minna um viðføtt ADHD
Ov nógv tíð framman fyri skígganum kann fáa heilan at bera seg at á ein hátt, ið minnir um viðføtt ADHD. Vit verða ov lættliga órógvað, duga illa at leggja ætlanir, vit gerast friðleys og bráðlynt (impulsiv). Heilin er vorðin vanur við at fáa eina rúgvu av áhaldandi kunning frá skíggjunum. Tað broytir, hvussu vit eru, og hvussu heilin virkar.

Tíbetur er skaðin av skíggjaovurnýtslu ikki varandi, tí heilin tillagar seg støðugt. Les meira um heilan.

Kelda: Dr. Imran Rashid
SkíggjaSunn - Nærveruvikan 44

Børn gerast minni empatisk

Tá ið børn spæla við onnur børn, læra tey at avlesa kenslur hjá øðrum, og tey læra empati, at nýta sín fantasi, at tosa við onnur og at loysa ósemjur. Tað er eisini stuttligt at spæla við onnur – hetta fremur ‘oxytocin’ (t.e. eydnuhormon), sum ger, at børnini fáa eina kenslu av eydnu og nøgdsemi.

Børn sita ov nógv við skíggjan
Í dag nýta flest børn ov nógva tíð einsamøll framman fyri skíggjanum. Tað er týdningarmikið at finna eina sunna javnvág, so at tey kunnu hava tað stuttligt á skíggjanum viðhvørt, men at meginparturin av tíðini annars er spæl saman við øðrum børnum í “veruliga lívinum”. Hesum kunnu foreldur hjálpa teimum við og stuðla teimum í – og ikki minst sjálvi vera góðar fyrimyndir.

Kelda: Dr. Imran Rashid

SkíggjaSunn

Týdningarmikið at koma saman

Vit menniskju hava enn sama grundleggjandi tørv á at koma saman, eins og vit høvdu fyri 100 árum síðan.

Uttan menniskjansligt samband gerast vit sjúk og einsom. Tá ið vit koma saman í talgilda heiminum, kenna vit á okkum, at hetta er sosial samvera. Men í veruleikanum fær kroppurin ikki nøktað tørvin, sum hann annars hevur á at koma fysiskt saman við øðrum menniskjum, tí slíkar løtur geva okkum eina kenslu av tryggleika og eydnu.

Børn
Tá ið børn spæla væl saman, kenna tey seg glað og trygg. Teirra kroppur hevur eisini fysiskan tørv á at vera saman við vinum og familju, so at tey kunnu læra at tosa og spæla saman uttan skíggjar. Soleiðis læra tey eitt nú empati, og hvussu mann er sum ein góður vinur, og hvussu mann loysir ósemjur.

SkíggjaSunn

Heilin tillagar seg støðugt

Lukkutíð er skaðin ikki varandi. Heilin lagar seg støðugt til mongdirnar av dopamini og stresshormonum, ið vit framleiða – t.v.s. at normalstøðið hjá heilanum broytist støðugt eftir, hvat ið hann verður útsettur fyri. Hetta merkir, at um vit t.d. ikki nýta skíggjar í 8 vikur, so tillagar heilin seg aftur til tað støðið, ið hann upprunaliga var á, og síðan hvørva øll hjáárin av skíggjaovurnýtslu.

Vit hava ov høga dopamintoleransu
Um vit støðugt fáa stórar mongdir av dopamini frá telefonini og telduspølum, so økist toleransan fyri dopamini í heilanum. Tað merkir, at tá ið tú so sparkar fótbólt ella ert saman við vinfólki ella gert mat – ja, flestallir ikki-talgildir aktivitetir – at tá byrjar tú at sakna telefonina ella telduspælið. Aktivitetir, sum ikki eru talgildir, útloysa ikki líka nógv dopamin sum telefonin ella telduspælið. Tá ið tú so eitt nú hyggur at einum filmi ella bara ert saman við vinfólki, so fært tú ikki nokk av dopamini frá hesum – og tú byrjar at keða teg.

*Dopamin virkar sum ein onnur “virðisløn” í heilanum.

SkíggjaSunn børn – Góð ráð til foreldur

Fyri børn snýr góð heilsa seg ikki bert um mat og rørslu. Tað snýr seg eisini um nærveru, svøvn, sjálvsvirði og sosial sambond, og hetta verður alt ávirkað av, hvussu – og hvussu nógv – tey nýta skíggjan.

Góð ráð til foreldur:

  • Setið fastar rammur fyri nær og hvussu leingi, børnini kunnu nýta skíggjar.
  • Havið skíggjafría tíð áðrenn songartíð - helst 1 tíma uttan skíggjar.
  • Tosið við barnið um, hvussu tað kennist áðrenn, ímeðan og aftaná, tey nýta skíggjan.
  • Verið ein góð fyrimynd. Børn gera ikki, sum vit siga - tey gera tað, sum vit gera.<read-more>
  1. Skíggjar eru sniðgivnir til at hugfanga uppmerksemið.
  2. Skíggjanýtsla seint á kvøldi útsetur framleiðslu av melatonini, sum er eitt evni í heilanum, ið ger, at vit verða lin. Børn, sum hyggja í skíggjan í songini hava tí ilt við at sovna, tey sova verri, og tey vakna eisini móð – og ofta eisini illa uppløgd ella í ringum lag, og hava tey tí verri við at stýra kenslunum dagin eftir.
  3. Tá ið børn eru við skíggjan heldur enn saman við øðrum børnum, missa tey týdningarmiklar royndir í at avlesa andlitsbrá og at skilja sosial tekin og at loysa ósemjur. Ov nógv skíggjatíð kann føra til einsemi, minni empati og verri sjálvsfatan.
    Kelda: Twenge & Campbell, 2018 - Clinical Psychological Science
  4. Sosialir miðlar konfrontera børn og ung við órealistiskum idealum og sosialum samanberingum. Tess yngri barnið er, tess verri dugir tað at skilja, at mesta innihaldið er uppsett og ikki í samsvari við veruliga lívið. Hetta kann føra til eina kenslu av bæði óvissu og lægri sjálvvirði.

<read-more>

SkíggjaSunn

“Snildfon-nakkar”

Flestu okkara hyggja í tímar oman á tímar niður í telefonina ella teldilin. Tað kann tykjast "harmleyst", men eftir longri tíð kunnu vit fáa tað, ið verður rópt “snildfon-nakka”, sum er eitt slag av sprongdarskaða.

Børn og ung hava nú á døgum verri kropsburð enn áður, og hetta stendst av skíggjum.

Tá ið tú boyggir høvur, ovbyrjar tú nakkan meira, enn tú óivað veitst:

  • Eitt høvd vigar eini 4-6 kilo.
  • Men tá ið tú hyggur niður, kennist vektin sum 20 kilo fyri nakkan.
  • Yvir longri tíð kann hetta elva til pínu, stirvni og í ringasta føri slit á vøddar og lið.
SkíggjaSunn

Fá hjálp frá appini »one sec«

Appin »one sec« er kærkomin, tí hon tvingar teg at steðga á og hugsa teg um – áðrenn tú verður sogin inn í algoritmuna, ið er sniðgivin til at rúnabinda teg í tímavís.

Við appini »one sec« sparir tú 1 tíma um dagin í miðal
Tú velur sjálv/ur, hvørjar appir, tú vilt knýta one sec til. Soleiðis eru tað bara tær appirnar, ið tú sjálv/ur heldur, at tú kanska ert vanabundin av, sum tú fert at nýta minni. Her sært tú eina vegleiðing um, hvussu tú setur appina upp.

Appin kostar 99 kr. um árið og kann takast niður her:

One sec appin - SkíggjaSunn

“Foreldraumsjón” er eitt hent amboð

Børn og ung nýta meira tíð framman fyri skíggjanum enn nakrantíð áður. Skíggjarnir eru sniðgivnir fyri at fáa okkum at verða so leingi “á” sum gjørligt. 74% av føroyskum børnum og ungum sita meira við skíggjan, enn tey vilja. Tað kann vera sera trupult hjá teimum sjálvum at stýra, hvussu nógva tíð tey nýta. Tá er foreldraumsjón, ið er innbygt í flestu telefonir, eitt sera hent amboð til tess at minka um skíggjanýtsluna og at læra børnini at gerast tilvitað um, hvussu nógv tíð fer við tí. Her sæst eitt skíggjatilmæli eftir aldri, sum Heilsustýrið hevur gjørt. <read-more>

Vegleiðing til at tendra foreldraumsjón 

 

iPhone

  • Stovna barninum eitt Apple-id (sí vegleiðing her).
  • Trýst á “Indstillinger” og finn barnið.
  • Vel “Skærmtid”, og trýst á “Fortsæt”. Nú kanst tú avmarkað, hvat fyri innihald barnið fær atgongd til.
  • Trýst á “Fortsæt” og síðan kanst tú velja “Skærmfri tid”.
  • Á “Skærmfri tid” kanst tú velja tíðspunkt.
  • Síðan kanst tú avmarka tíð á appum og síðum.
  • Vel at enda eitt loynital, sum verður nýtt, um foreldraumsjón skal broytast seinni.

Android

  • Far inn á appina “Play Butik”.
  • Trýst á menu ovast til vinstru.
  • Blaða niður og trýst á “Indstillinger”.
  • Vel “Børnesikring” og tendra.
  • Vel loynital, soleiðis at onnur ikki kunnu fara inn og broyta stillingarnar.
  • Nú kanst tú avmarka skíggjatíð í appum og spølum.

Sí filmsvegleiðing her

 

<read-more>

Sosialir miðlar geva okkum ‘fomo’

Á netinum er óendaliga nógv at síggja, og tá ið vit blaða á ymisku síðunum, er eingin endi, tí algoritman finnur alla tíð okkurt nýtt fram til okkum. Hetta stressar okkum og gevur okkum eina kenslu av ‘fomo’ (sum stendur fyri ‘fear of missing out’), tí at vit síggja alt tað spennandi og stuttliga, sum onnur takast við.

‘Fomo’ fær okkum at hugsa um, hvat ið vit heldur áttu at havt gjørt – enn tað, sum vit gera beint nú. Tað kann tá verða torført at gleðast um tað, sum vit hava, og tað, ið vit gera. Tí er umráðandi, at vit minna okkum á, at vit ikki kunnu gera alt í senn – og heldur royna at njóta løtuna, sum er.

SkíggjaSunn

Vit gerast vanabundin við lumpisligum snildum

Tøknifyritøkurnar vita júst, hvat ið okkum dámar, og hvat ger ið okkum vanabundin. Tær hava ment algoritmur, ið støðugt fylgja við okkara atburði á netinum – og tess meira, vit eru á netinum, tess betur duga algoritmurnar at hugfanga okkum.

  • 10 likes - so kunnu algoritmurnar lýsa teg betur, enn ein starvsfelagi kann.
  • 70 likes - so kunnu algoritmurnar lýsa teg betur, enn ein tættur vinur kann.
  • 300 likes  - so kunnu algoritmurnar lýsa teg betur, enn makin kann.
 <read-more> 
Hvat er ein algoritma?

Ein algoritma er ein “uppskrift”, sum fortelur telduni ella telefonini, hvat ið tær dámar, so at hon kann vísa tær meira av tí sama. Tess meira kunning (dátur), ið tú gevur henni, sum t.d. við at dáma okkurt á sosialum miðlum, so fortelur tú henni, hvat ið tú heldur vera áhugavert. Teldan ella telefonin lærir støðugt, og at enda veit hon júst, hvat ið hon skal vísa tær fyri at fáa teg at støðast so leingi sum gjørligt.

<read-more>

‘Information overload’

Ímynda tær, at heilin er sum ein postkassi, og at tú fært brøv hvønn einasta dag. Brøvini eru tað, ið vit læra og uppliva. Ímynda tær so, at fólk byrja at leggja brøv í túsundatali í postkassan – hvønn einasta dag. Tað hevði verið torført at funnið tey røttu brøvini, og tú hevði kent teg stressaða/n, tí tú vilt jú lesa øll brøvini, sum tú hevur fingið.
Í talgilda heiminum fáa vit eina rúgvu av kunning frá sosialum miðlum, teldubrøvum, boðum, tíðindum o.ø. Tað tykist sum, at vit fáa ov nógv “brøv”, og hetta verður rópt ‘information overload’. Tá ið vit fáa ov nógva kunning, kunnu vit gerast móð, og tá kann tað verða torført at taka avgerðir, størri og smærri, sum vit annars gera hvønn dag. Men tá ið vit eru díkt undir í kunning, kann tað vera torført at hugsa klárt – og at vita, hvat ið er rætt at gera.

Minnist til at leggja telefonina oftari til viks
Skíggjarnir eru mentir soleiðis, at teir vita, hvat ið okkum dámar, og teir vísa okkum tí bert tað, ið fær okkum at vera longur á skíggjunum. Soleiðis hongur tað saman. Vit mugu tí minnast til at leggja skíggjan oftari til viks og at tí gætur, sum veruliga hevur týdning fyri okkum. 

Les meira um algoritumur.