Innbúgv

Tá vit tosa um innbúgv, tosa vit um møblar, brúkslutir, køkslutir, amboð, klæðir, list, ja, í stuttum kunnu vit siga, at alt tað, sum hevði dottið út, sum vit tóku húsini, vendu teimum á høvdið og rystu tey, kann roknast upp í innbúgvið.

Seta vit okkum at rokna eftir, síggja vit helst skjótt, at virðið á øllum tí, vit eiga - bæði klæðum, møblum, brúkslutum, køkslutum, amboðum og so framvegis – tilsamans verður til nógvar pengar. 

Skuldi tú mist alt, eitt nú av eldi, hevði tað sannlíkt verið dýrt at keypt alt aftur. 

Men hevur tú teknað eina innbústrygging, ja, so veita vit tær endurgjald fyri tað, sum tú hevur tryggjað. 

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

 

Set prís á tað, tú eigur

Prísurin á innbústryggingini veldst um, hvussu nógv ting tú eigur og hvussu dýr ting tú eigur. Keypir tú alt frá sniðgevum og dýrum merkjum ella eru lutirnir keyptir á endurnýtslu? Eigur tú nógv ella lítið? Í stuttum kunnu vit siga, at virðið á tínum innbúgvi ávirkar prísin á innbústryggingini.  

Tað er ein sannroynd, at tey allarflestu eru undirtryggjað, tá tað kemur til innbúgvið. Vit undirmeta heilt einfalt, hvat tað kostar at keypa alt av nýggjum, um ólukka rakar.

Kanska tekna vit innbústrygging á ungum árum, men dagføra hana ongantíð, sum árini ganga og sum ting leggjast afturat.

Men um skaðin hendir, verður endurgjaldið latið eftir tí, sum tú hevur upplýst okkum um virðið. Hevur tú undirmett, hvat innbúgvið er vert, fært tú tí ikki fult endurgjald, um skaðin hendir. 

Við innbúsroknaranum hjá Betri Trygging kanst tú kanna, um tú ert á beinari leið. Roknarin gevur tær eitt vegleiðandi boð uppá, hvat innbúgvið er vert og hvat tað tí eigur at tryggjast fyri.

Innbúgv

Dagfør innbústryggingina við Samleikanum

Við nýggju skipanini hjá Betri Trygging, ið eitur ”Mín Trygging”, kanst tú skjótt og lætt rita inn við samleikanum fyri at síggja og broyta tryggingarupphæddina á tínum innbúgvi. Á ”Mín Trygging” kanst tú:

  • Síggja tryggingarupphæddina, ið vit viðmæla til títt innbúgv
  • Broyta tryggingarupphæddina á tíni innbústrygging
  • Broyta tilvalini til tína innbústrygging

Ynskir tú at vita neyva virðið á tínum innbúgvi, mæla vit til, at tú fert neyvari til verka og veruliga setur prís á tað, tú eigur. Trýst her

Vel ta innbústrygging, sum hóskar best til tín 

Afturat vanligu innbústryggingini bjóða vit ymisk tilval, ið gera, at tú kanst laga tryggingina júst til tín tørv

Tilval – Tøknitrygging

Fevnir um elektrisk tól við tilhoyri, sum tann tryggjaði eigur. Vit veita endurgjald fyri skaða, tá talan er um virkisbrek á elektrisk tól, sum eru undir 4 ár – ella um mekaniskt ella elektriskt brek ger, at tólið ikki kann brúkast til sítt endamál. Hetta er ein trygging, ið kann teknast eftir tørvi.

Ellutir

Brádligur skaði 

Fevnir um brádligar skaðar, sum henda, tá innbúgvslutir brotna, skrædna ella á annan hátt gerast óbrúkiligir, og hetta ikki kemur undir nakra aðra skaðaorsøk, ið innbústryggingin framman undan fevnir um. Talan er ikki um kosmetiskar skaðar. Atvold og avleiðing skulu henda samstundis. Hetta er ein trygging, ið kann teknast eftir tørvi.

Telefon

Tilval - El-skaði

Fevnir um skaðar á elektrisk tól, leidningar ella komponentar í elektriskum tólum orsakaður av skammlopi, induktión, streym­villu, yvirspenningi ella tílíkum. Hetta er ein trygging, ið kann teknast eftir tørvi.

Elskadi

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost